Hetta gjørdist ein góður sunnudagur hjá føroyingunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Fredrikstad sum hevur Mikkjal Thomassen sum venjara vann stórsigur 4-0 á Ranheim á heimavølli.
Jóannes Bjartalíð sum byrjaði inni fyri Fredrikstad legði upp til fyrsta málið, ið Aboubacar Konte skoraði tá 28 minuttir vóru farnir av dystinum. Níggju minuttir seinni økti Jóannes Bjartalíð til 2-0 við einum brotssparki. Beint undan steðginum økti Simen Rafn til 3-0. Stian Molde staðfesti sigurin tá 68 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Brandur H. Olsen kom á vøllin fyri Fredrikstad tá 75 minuttir vóru leiktir.
Fredrikstad er næstfremst í deildini við 28 stigum fyri sjey sigrar og sjey javnleikir, og teir eru framvegis ósigraðir í deildini. Kongsvinger er fremst í deildini við 30 stigum.
Rógvi Baldvinsson var á vøllinum frá byrjan, og Noah Mneney var skiftur inn beint eftir steðgin, tá lið teirra, Bryne vann stórsigur 4-1 á Raufoss á heimavølli.
Sjur Torgersen Jonassen legði Bryne á odda tá bert átta minuttir vóru leiktir av dystinum. Bert fýra minuttir seinni økti Christian Landu-Landu til 2-0. Robert Undheim økti til 3-0 tá 40 minuttir vóru leiktir. Beint undan steðginum minkaði Raufoss um munin. Siguard Grønli staðfesti sigurin við at skora til 4-1 fimm minuttir eftir steðgin.
Bryne er nummar 11 í deildini við 16 stigum.