Føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini hava vunnið seg í endaspælið

Úrslitini mánakvøldið lagaðu seg fyri liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu

Føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini, Sävehof og Hallby hava bæði vunnið seg í endaspælið, og skulu spæla meistaraskaps-fjórðingsfinalur.

 

Úrslini lagaðu seg fyri liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby ígjár.

 

Skövde sum hevur verið harður kappingarneyti hjá Hallby at røkka áttanda plássinum tapti 31-33 (11-16) fyri Ystad.

 

Tað staðfesti endaspælsplássið hjá Hallby. Nú bert umfar er eftir at leika í grundspælinum hevur Hallby 26 stig á áttanda plássinum.

 

Alingsås við 23 stigum og Skövde við 22 stigum kunnu ikki longur hótta Hallby á áttanda plássinum.

 

Liðið hjá Ísak Vedelsbøl og Óla Mittún, Sävehof er nummar seks í deildini við 28 stigum.

 

Í seinasta umfarinum í grundspælinum, ið verður leikt hóskvøldið klokkan 18 spælir Hallby dyst á útivølli móti Skövde. Somu klokkutíð klokkan 18 tekur Sävehof móti Hammarby í Partille.