Føroyingaliðið í Vestmannaoyggjunum vann áttamálssigur í Europa Cup

Janus Dam Djurhuus og Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV hava eitt gott útgangsstøðið til seinna dystin

Janus Dam Djurhuus og Dánjal Ragnarsson skoraðu trý mál hvør, tá lið teirra, ÍBV vann tryggan 36-28 sigur á ukrainska liðnum, Donbas Mariupol í Europa Cup undankappingini.

 

Dysturin var spældur úti í Heimey, og returdysturin í morgin klokkan 14 verður eisini leiktur úti í Heimey, og hevur ÍBV sostatt eitt framúr gott útgangsstøðið til seinna dystin.

 

Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á, og var ÍBV bert á odda við tveimum málum, 16-14 í steðginum.

 

Dysturin í dag var tekniskt heimadysturin hjá Donbas Mariupol.