Jónas G. Djurhuus skoraði fimm mál og Helgi H. Hoydal skoraði trý mál tá føroyingaliðið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Viking Stavanger vann sjeynda dystin á rað.
Í dag vann Viking stórsigur 37-24 á Oslo Studentene á heimavølli. Í steðginum var Viking á odda 20-14.
Komandi mikukvøld spælir Viking á heimavølli móti Vikhammer, ið liggur aftast í deildini við bert fýra stigum.
Viking Stavanger er næstfremst við 27 stigum. Teir eru trý stig frammanfyri komandi liðið hjá Teis Horn Rasmussen, Follo og Viking TIF.
Sandnes er fremst í deildini við 32 stigum.











