Føroyingaliðið í Stavanger flytur ikki upp á hesum sinni

Føroysku spælararnir hjá Viking Stavanger skutu 16 av 31 málum tá Viking tapti 31-34 fyri Kristiansand í tí seinna Play Off dystinum

Føroysku spælararnir hjá Viking Stavanger gjørdu sítt tá liðið á heimavølli eisini tapti seinna Play Off dystin um uppflyting til bestu hondbóltsdeildini móti Kristiansand.

 

Í dag tapti Viking 31-34. Í steðginum var Kristiansand á odda 21-15, so Viking fekk rundað kappingarárið av við einum góðum avriki í seinna hálvleiki.

 

Tróndur Mikkelsen skoraði sjey mál, Jónas G. Djurhuus skoraði seks mál og Helgi H. Hoydal skoraði trý mál. Teir tríggir føroysku leikararnir hava verið sera eyðsýndir hjá Viking hetta kappingarárið. 

 

Júst Kristiansand er liðið sum Helgi saman við Paula Mittún fer at spæla við komandi kappingarár. Helgi gjørdi tó sítt besta við at skjóta níggju mál í báðum Play Off dystunum, og í fyrra dystinum í Kristiansand, ið heimaliðið vann 35-27 (19-18) var Helgi valdur at vera besti leikarin.