Føroyingaliðið á Akureyri vann á heimavølli

KA vann fyrsta kappingardystin í 2023

Aftaná ein drúgvan vetrar og HM-dyst spældu Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og liðfelagar teirra í KA loksins fyrsta kappingardystin í 2023 í dag.

 

KA vann í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini 32-31 á Hörði frá Ísafjørðinum. 

 

Í steðginum var Hörður á odda 17-16.

 

Allan Norðberg skoraði fýra mál, og Nicholas Satchwell hevði átta bjargingar í málinum hjá KA.

 

KA er triðaftast í deildini við 11 stigum.

 

Komandi fríggjakvøld tekur KA móti greiða oddaliðnum og verandi meistarunum, Vali á heimavølli.