Føroyingaliðið á Akureyri knógvaði ein javnleik á heimavølli

KA var langt aftanfyri í steðginum í dystinum móti Stjørnuni

Í kvøld tók liðið hjá føroysku landsliðsleikarunum, Nicholas Satchwell og Allan Norðberg, KA móti Stjørnuni í heimadysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin endaði við javnleiki 29-29.

 

Í fyrra hálvleiki stóð einki til hjá KA, og í steðginum var Stjarnan á odda 14-8.

 

KA vóru hamskiftir í seinna hálvleiki. Teir megnaðu at koma upp á javnleik 23-23, og megnaðu eisini stutt undan dystarloki at leggja seg framum 28-26, men Stjarnan fekk fótin fyri seg aftur allarseinastu løtuna, og so endaði tað við javnleiki 29-29.

 

Nicholas Satchwell bjargaði 42 prosent av málroyndunum hjá Stjørnuni ta tíðina hann vardi málið hjá KA í kvøld. Allan Norðberg var ikki millum málskjúttarnar hjá KA í kvøld.

 

KA liggur á einum áttanda plássi í deildini við seks stigum.

 

Sunnudagin spælir KA móti Afturelding á útivølli.