Føroyski landsliðsmálverjin bjargaði 11 málroyndum, har ímillum einum brotskasti, og Pætur Mikkjalsson skoraði trý mál tá lið teirra, KA vann 31-29 á Gróttu á heimavølli. Allan Norðberg kom ikki á máltalvuna í dag.
Sigurin var hart tiltrongdur, tí undan dystinum hevði KA tapt tríggjar dystir á rað. KA var á odda 15-12 í steðginum og var eitt skiftið á odda 24-19, men tá eydnaðist Gróttu at koma uppá 25-26, KA fekk togað seg uppá 29-26, og harfrá hildu teir fjarstøðuna til Gróttu.
KA er nú bert tvey stig frá áttanda plássinum, ið gevur rætt til at spæla fjórðingsfinalur um íslendska meistaraskapið.
Komandi fríggjakvøld tekur KA móti botnproppinum, HK á heimavølli.
Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
FH | 11 | 312:277 | 17 |
Haukar | 11 | 325:292 | 16 |
ÍBV | 11 | 340:332 | 15 |
Stjarnan | 11 | 330:323 | 15 |
Valur | 10 | 287:256 | 14 |
Selfoss | 11 | 286:280 | 12 |
Afturelding | 11 | 316:309 | 11 |
Fram | 10 | 280:282 | 10 |
KA | 11 | 303:323 | 8 |
Grótta | 10 | 269:276 | 7 |
Víkingur | 11 | 248:311 | 2 |
HK | 10 | 259:294 | 1 |