Føroyingafelagið í Vestmannaoyggjunum vann góðan útisigur

Leingi var ÍBV aftanfyri, men seinastu løtuna koppaði dysturin rættan veg

Janus Dam Djurhuus, Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu í kvøld ein frálíkan útisigur í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

ÍBV var á vitjan hjá Fram í Reykjavík. Heimaliðið var á odda 14-12 í steðginum, og tíðliga í seinna hálvleiki var Fram á odda 19-15. Men so fekk ÍBV gongd á, og tá ein løta var farin var ÍBV á odda 23-22. Eftir tað megnaði ÍBV-leikararnir at halda høvdið kalt og knógva ein 30-29 sigur.

 

Janus skoraði trý mál fyri ÍBV í kvøld. Dánjal var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV hesaferð.

 

Sunnudagin verður føroyingauppgerð úti á Heimey, tá ÍBV tekur móti liðnum hjá Nicholas Satchwell og Allani Norðberg, KA.

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
1Valur10901332:28118
2Afturelding10622301:27514
3FH10622291:28514
4Fram11533328:32213
5ÍBV10523334:30412
6Stjarnan10433295:28511
7Selfoss10415301:3119
8Grótta9324251:2498
9KA10325283:2978
10Haukar10316290:2847
11ÍR10217281:3425
12Hörður10019289:3411