Fyri bert fáum árum síðani var støðan hjá Føroyingafelagnum í Esbjeg ikki sørt hættislig. Limirnir fækkaðust, og illa gekst sostatt at fáa endarnar at røkka saman.
Í dag er støðan ein onnur - ja, felagið stutt sagt blómar. Formaðurin, Sanna á Lava, sigur, at ymsu nevndirnar seinastu árini hava drivið á við lokkandi tiltøkum fyri at fáa føroysku útisetarnar har umleiðir at tekkjast felagnum, og at royndin hevur eydnast til fulnar.
Sum dømi nevnir hon, at árliga ræstkjøtaveitslan, ið verður hildin 2. jólakvøld á hvørjum ári, longu er fullteknað. Felagið heldur til í einum sethúsum á Malervej 1 í Esbjerg, men av tí, at so nógv hava teknað seg, verður hon í ár hildin í Festsalen í Kvaghlund.
Ár um dag skipar felagið fyri hópin av tiltøkum, m.a. bingo við meira. Hvørt mánakvøld er kortspæl, og tá møta í meðal 18 fólk. Tá ið jólagudstænastan varð hildin fyri kortum, vóru hundrað fólk í kirkju, so sum áður nevnt, Føroyingafelagið í Esbjerg hevur við lít fótað sær aftur.










