Føroyingafelagið í Aarhus skipar fyri familjudegi

Aftur í ár verður Trigeparkin karmur um tiltakið.

Føroyingar í Aarhus skipa aftur í  ár fyri familjudegi.

 

Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá føroyingafelagnum í Aarhus, aarstova.dk:

 

Aftur í ár skipar Føroyingafelagið í Aarhus fyri einum stórum familjudegi, har nógv gott er á skránni.

Saman fara vit at hugna okkum saman vid gomlum og nýggjum føroyingum her á leið. Saman fara vit at hava spøl, kappingar, andlitsmáling, og sjálvandi verdur nógv gott til góman fyri sera bíligan penga.

Aftur í ár verdur Trigeparkin karmur um tiltakid og har eru møguleikar at sleppa á wc, at verda inni og skifta ella geva smábørnum.