Tíðindi
24. februar í 2024 verður skipað fyri 60 ára føðingardagsveitslu hjá Føroyingafelagnum í Aarhus
Veitslan verður hildin í Vejlby Risskov Hallen.
Føroyingafelagið í Aarhus boðar frá at borðreitt verður við góðum mati og fyrstafloks undirhaldi.
Jákup Veyhe verður borðstjóri og Sámal Ravnsfjall og onnur fara at framføra.