Føroyinga senda tvær milliónir krónur í neyðhjálp

Tað eru privatar fyritøkur og Reyði Krosssur, sum hava samlað pengarnar inn til tey, sum flýggja undan russisku innrásini í Ukraina

Støðan í Ukraina er ómetaliga syrgilig eftir russisku innrásina og samanbrestirnir hesar seinastu dagarnar hava longu elvt til ovurstórar menniskjansligar sorgarleikir, eisini í grannalondunum hjá Ukraina, sigur Reyði Krosssur í Føroyum.

Tørvurin á hjálp er sera stórur, og Reyði Krossur hevur tí skipað fyri hjálpartiltøkum, bæði í Ukraina og í nærmastu grannalondunum.

 

Nýggjastu tølini vísa, at fleiri enn 500.000 fólk eru longu rýmd úr Ukraina, men ST væntar, at talið fer at koma upp um fýra milliónir fólk. Sum vit tíverri ofta síggja í slíkum kreppum, eru tað serliga kvinnur og børn, ið vera rakt av kreppuni, og sum eru flýggjað.

Hjálpartiltøkini hjá Reyða Krossi eru at veita teimum skjól, vernd, mat, drekka, eins og at geva teimum likamliga og sálarliga hjálp. Í løtuni er hin mest átrokandi uppgávan at útvega mat og reint vatn, heilsutænastur og fyrstuhjálp til tey særdu.

 

Reyði Krossur sigur, at í dag hava fleiri føroyskar fyritøkur latið tilsamans 1,5 milliónir krónur í neyðhjálp í Ukraina og í grannalondunum. Reyði Krossur Føroya takkar hesum fyritøkum fyri stuðulin.

 

P/F Poul Hansen

 

Á-handlanir / Samkeyp

 

Bank Nordik

SMS

Varðanum

JFK

XL bygg

Bakkafrost

Betri Trygging

Betri Banki Hiddenfjord

Norrønu

Formula

Gundurs Bussum

Waag bilum

P/F Poul Michelsen

 

Og so er onkur fyritøka, sum vil vera ónevnd.

 

Umframt hetta hevur Reyði Krossur í Føroyum latið eina hálva millión krónur afturat, sum eitt nú koma frá klædnaendurnýtslu, fyrstihjálparskeiðum og øðrum sjálvbodnum virksemi hjá Reyða Krossi Føroya. Sostatt verða tilsamans tvær milliónir krónur sendar í neyðhjálp til Ukraina og í grannalondini.