24. juli í ár hevði Føroyavinurin, svenska Birgitta Hylin fylt 100 ár. Birgitta er fødd 24. juli 1915, og hon doyði 16. apríl 1998 í Solna, ein forstaður til Stockholm, har hon búði.
Birgitta Hylin var fyrstu ferð í Føroyum í 1968. Hon lærdi seg málið og savnaði inn føroysk skjaldur fyri Svenskt visarkiv. Hon týddi eisini sagnir og stuttsøgur og skaldsøgur eftir millum onnur Heðin Brú, Jens Paula Heinesen og Gunnar Hoydal. Fyrsta útgávan við týðingum hjá henni var stuttsøgusavnið Noveller från Färöarna. (1976).
Saman við Ebbu Lindberg ritstjórnaði Birgitta eina føroyskt-svenska orðabók: Färöord. Liten färöisk-svensk ordbok (1984) við stuttari mállæru, sum Ebba Lindberg hevði skrivað.
Í 1984 gav Bókadeild Føroya Lærarafelags út bóklingin Trumm trumm tralalei. Hetta vóru sløk 50 skjaldur, eitt lítið úrval úr tí, sum Birgitta Hylin tá hevði savnað.
Birgitta Hylin var ofta í Føroyum, og tá plagdi hon at vitja skúlar og bókasøvn og syngja vísur við guitarundirspæli.
Hon hevði stóran alsk til Føroyar, og í 1973 stovnaði hon saman við vinfólkum vinafelagið Samfundet Sverige-Färöarna, sum framvegis er virkið. Endamálið hjá felagnum var at kunna um Føroyar í Svøríki, at fáa í lag persónlig sambond og stimbra mentanarliga samstarvið landanna millum.
Birgitta Hylin var forkvinna í felagnum 1973-1983. Hon skrivaði hesi árini nógv um Føroyar og føroyska mentan í bløðum og tíðarritum, og hon var runt í Svøríki og kunnaði um Føroyar undir heitinum “Färöarna - okänt land i Norden”.
Samfundet Sverige-Färöarna helt javnan fundir og hevði framsýningar, og vitjandi komu ofta úr Føroyum at greiða frá um Føroyar og um føroysk viðurskifti og at sýna føroyskan dans. Felagið skipaði eisini fyri limaferðum til Føroyar og gav út bøkur.
Í fjør vóru 114 limir í vinafelagnum. Millum heiðurslimirnar eru Bárður Jákupsson og Jeffrei Henriksen.
Í sambandi við at Føroyavinurin, rithøvundurin og vísusongkvinnan Birgitta Hylin hevði fylt 100 ár 24. juli í ár, hevur Landsbókasavnið sett upp eina lítla framsýning í forhøllini.