Føroyar vunnu talvkappingina

Undan síðsta umfari er føroyska liðið 4 dystarstig frammanfyri næsta avbjóðaran

Í dag varð tað staðfest, sum seinastu dagarnar hevur verið alt meiri greitt. Føroyar hava sera sannførandi vunnið Small Nations talvkappingina, sum seinastu vikuna hevur verið í Monaco.

Níggjunda og síðsta umfar er á skránni seinnapartin í morgin. Longu undan síðsta umfarinum er tað greitt, at Føroyar hava vunnið. Eftir sera sannførandi 4-0 sigur á San Marino leygardagin, hava Føroyar 16 stig fyri 8 dystir. Næst á listanum eru Andorra, sum hevur 12 stig, Monaco, sum hevur 11 stig, og Kypros, sum hevur 10 stig. Á føroyska liðnum ímóti San Marino vóru Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Olaf Berg og Høgni Egilstoft Nielsen. John Arni Nilssen hevði frí í dag.

Burturúr teimum 32 talvunum, sum føroyingarnir higartil hava telvað, eru komin 28 stig. Andorra hevur vunnið næststørstu úrtøkuna – 23 stig.

Í morgin verður toppdystur, tí tá skulu Føroyar telva ímóti Andorra.