Føroyska U19-landsliðið í flogbólti hjá monnum endaði á 5. plássi í NEVZA kappingini í Finnlandi um vikuskiftið. 5. plássið bleiv tryggjað við einum greiðum sigri á Onglandi.
Eftir eina javna byrjan, har liðini fylgdust til 12-12, sá eina løtu út til at onglendingar ætlaði sær at taka settið, tá teir løgdu seg framum 18-14, men seks bóltar seinni var støðan 20-18 til okkara. Ongland javnaði aftur til 20-20, men annars hildu Føroyar seg frammanfyri og tryggjaðu sær settið 25-23, skrivar Flogbóltssambandið.
Í øðrum setti fóru Føroyar frá 5-5 til 13-5, og so var tað settið mest sum longu avgjørt. Hóast Ongland minkað um munin til 17-20, so kom ongantíð spenningur í settið, sum Føroyar vunnu 25-18.
Í triðja setti legði Ongland seg á odda 10-6 og 15-10, men tað sá út sum Føroyar høvdu fótað sær tá munurin minkaði niður í 14-15. Ongland helt seg tó støðugt frammanfyri og vann at enda settið 25-10.
Men í fjórða setti var eingin ivi um hvat var betra liðið, og Ongland varð rætt og slætt smurt av. 10-5 gjørdist skjótt til 19-10, og løtu seinni høvdu Føroyar vunnið 25-14 og dystin 3-1.
Føroyar enda so statt kappingina á 5. plássi, og Ongland gjørdist nummar 6.
Føroyar – Ongland 3-1 (25–23, 25–18, 20–25, 25–14)
Føroyska U19 manslandsliðið
Nr. 7 Vuk Ilic, ÍF
Nr. 5 Filip Ilic, ÍF
Nr. 10 Bjarni Joensen, SÍ
Nr. 16 Tóki í Haraldstovu, SÍ
Nr. 4 Josiah Lukama, Mjølnir
Nr. 9 Elias Ellingsgaard, SÍ
Nr. 3 Filip Simonsen, Fleyr
Nr. 1 Árni Lamhauge Mohr, ÍF
Nr. 8 Silas Poulsen, SÍ
Nr. 2 Matias Nolsøe Isaksen, Fleyr
Nr. 6 Ólavur Johannesen, Mjølnir
Nr. 13 Hørður Joensen, Mjølnir
Venjari: Boban Ilic (vinstrumegin)
Hjálparvenjari: Cristian Imhoff (høgrumegin)