Í gjár spældu kvinnurnar so ímóti Liechtenstein. Tær vunnu 3-1.
Settúrslitini: 25-16, 19-25, 25-14, 25-14. Venjararnir valdu at lata tær, sum ikki vóru í startuppstillingini, at spæla alla dystin umframt systrarnar Sofíu og Elisabet, hinar vóru Lena, Annika, Bára og Ruth.
1.,3 og 4.settið gekk væl hjá føroysku spælarunum, har var eingin ivi um hvør fór at vinna tey settini, men 2. settið hekk spælið hjá teimum ikki serliga væl saman.
Luxembourg gjørdist hitt liðið sum slapp víðari í 2015 CEV European Championship.










