Síðstu tøkini eru tikin í norðurlendsku svimjikappingini, sum síðani fríggjadagin hevur verið í Svimjihøllini í Gundadali. Útlendsku svimjararnir fara av aftur landinum í morgin.
Føroysku avrikini á síðsta kappingardegnum vóru ikki so sannførandi. Einasta heiðursmerki til Føroya vann Turið S. Christiansen, sum í 200 metra bringusvimjing vann bronsu.
Næsta stóra avbjóðingin hjá bestu føroysku svimjarunum verður næsta vikuskifti, tá ið tað verður EM á stuttgeil í Herning.