Føroyar vunnu á Finnlandi - Hoyr dystarendan frá FM1

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann og Sigruna Mikkelsen, viðmerkjara siga frá sigursløtuni tá Føroyar vunnu 21-19 á Finnlandi

##med2##

 

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti vann fyrra undanundankappingardystin liðið spælir hetta vikuskiftið.

 

Føroyar vóru aftanfyri 2-6 í fyrra hálvleiki og 9-13 í seinna hálvleiki, men liðið stríddi seg innaftur í dystin, og 17 bjargingar hjá Anniku Fríðheim Petersen munaðu eisini væl.

 

Føroyar vunnu 21-19. Í steðginum var Finnland á odda 10-9. Ta einu løtuna gingu næstan 11 minuttir har Føroyar ikki skoraðu. 

 

Marianna G. Eystberg og Marita Mortensen gjørdust føroyskir toppskjúttar við fýra málum hvør.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal og viðmerkjaran, Sigruna Mikkelsen siga frá dystarendanum og sigursløtuni, og taka samanum týdningarmikla undanundankappingarsigurin hjá føroysku hondbóltskvinnunum. 

 

Í morgin klokkan 18 spæla Ísrael og Finnland. Sunnudagin klokkan 16 spæla Føroyar og Ísrael. Vinnarin vinnur seg víðari til høvuðs EM-undankappingina.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Føroyar og Ísrael sunnudagin. 

 

 

 

(Føroyar-Finnland 21-19 (9-10) - Hoyr dystarendan og samanumtøku hjá Sigruni Mikkelsen)

(Føroyar-Finnland 21-19 (9-10) - Hoyr dystarendan og samanumtøku hjá Sigruni Mikkelsen)