Oyggjaleikir: Hóast stórir heiðursmerkjaslúkar sum svimjing, bogaskjóting og judo slett ikki vóru við á leikunum á Bermuda, endaðu Føroyar við at vinna ikki færri enn 36 heiðursmerki: 10 gull-, 12 silvur- og 14 bronsumerki.
Bogaskjóting og judo vóru slett ikki við, men Føroyar kundu havt svimjarar við, og sum vit skilja á lagnum, vóru tíðirnar í fleiri førum ikki frægari enn so, at har høvdu vit sum einki kunnað vunnið nógv gullmerki, umframt fleiri silvur- og bronsumerki aftrat.
Fimleikurin stóð seg best við fýra gull-, seks silvur- og fimm bronsumerkjum, ella 15 heiðursmerkjum tilsamans. Og síðani kom frælsi ítrótturin við átta heiðursmerkjum, sum vóru tvey gull-, tvey silvur- og fýra bronsumerki.
Skjótingin fekk sítt besta úrslit nakrantíð við tveimum gull- og einum bronsumerki, badminton fekk fekk eitt gull-, eitt silvur- og tvey bronsumerki, flogbóltur eitt gullmerki, súkkling tvey silvur- og tvey bronsumerki, og so vunnu vit eitt silvurmerki í triathlon.
Samanlagt endaðu Føroyar nummar sjey. Vinnarin hesaferð var Isle of Man við 36 gull-, 36 silvur- og 25 bronsumerkjum, og vertirnir av Bermuda blivu næstfremstir við 27 gull-, 18 silvur- og 31 bronsumerkjum, og Jersey var nummar trý við 23 gull-, 29 silvur- og 28 bronsumerkjum.