Skulu vit framvegis gera okkum vónir um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019, má berast skjótt at.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Tað hevur verið frammi, at ein golfvøllur er ein fortreyt fyri at fáa oyggjaleikirnar til Føroya.
Talan hevur eisini verið um at gera ein golfvøll á Glyvursnesi.
Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot um at tað skal bera til hjá kommunum at útvega lendi til almannagagnlig endamál, eisini golfvøll.
Men enn er lendið ikki útvega til vøllin.
- Skal tað eydnast okkum at gera ein golfvøll til oyggjaleikirnar i 2019, má okkurt henda beinanvegin, sigur borgarstjórin.
At gera ein golfvøll er ein stór íløga, sum tekur langa tíð. Hann kostar einar 50 milliónir krónur og hann skal verða liðugur í góðari tíð, áðrenn hann skal brúkast, tí lendið skal fáa stundir at seta seg.
Tað hevur verið nevnt, at golfvøllurin skal vera liðugur í seinasta lagi í 2017 fyri at kunna takast í brúk í 2019.
Tórshavnar Kommuna hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at rinda fyri lendi til ein golfvøll.
Hinvegin er kommunan sinnað at gera sjálvan vøllin.
Men landsstýrið og kommunan eru komin ásamt um, hvussu mannagongdin skal vera.
Landið skal átaka sær at rinda festaranum einar 6,8 milliónir í endurgjaldi fyri hús og annan útbunað á festinum.
Hinvegin skal kommunan rinda áleið eina hálva millión í endurgjaldi til bóndan fyri mist bit.
- Tað er ein avtala, vit kunnu góðtaka, sigur Heðin Mortensen.
Men hann vísir á, at enn er einki avgreitt.
- Fyrst skal Løgtingið samtykkja málið um at at tað skal bera til at fáa lendi til slík endamál, sigur Heðin Mortensen
- Men so skal Løgtingið eisini samtykkja at rinda sín part av endurgjaldinum til festaran, leggur hann afturat.
Hann leggur afturat, at Kommunan fer ikki undir nakað arbeiði, fyrrenn øll viðurskifti eru greið.
- Vit bíða í tolni, til viðurskiftini eru avgreitt, sigur borgarstjórin.
- Fáa vit eina avgerð nú, ber tað til at gera vøllin til oyggjaleikirnar. Men talan er um eina risastóra íløgu, sum krevur nógva fyrireiking, so avgerðin tolir ikki at bíða, sigur borgarstjórin.
Men verður ætlanin um at fáa oyggjaleikirnir higar í 2019, slept, er skotbráið sjálvandi rúmari, leggur hann afturat.
- Tað, býráðið hevur sagt, er, at vilja føroyingar hava oyggjaleikirnar higar í 2019, er Tórshavnar Kommuna sinnað at gera golfvøllin. Men so má ikki drálast so leingi við avgerðini um lendið, at tað ikki ber til, sigur Heðin Mortensen.
|










