– Maturin í Føroyum er í fullkomnari javnvág við nátúruna.
Tað staðfestir Maria Canabal í drúgvari myndprýddari grein í mat-tíðarritinum, The Worlds 50 Best Restaurants.
Hon hevur verið á upplivingarferð í Føroyum og er so hugtikin av føroyskum matkynstri, at hon sigur, at Føroyar verða tað næsta stóra heims-matupplivilsi. Hon er hugtikin av, hvussu føroyingar hava varðveitt fornan matsið við tí salta, turra og ræsta, og hvussu kokkar í Føroyum hava megnað at lyfta tað upp í nútíðina.
Rávørurnar í Føroyum eru so framúrskarandi, at tað er ikki neyðugt at gera so nógv við tær.
Og summar av rávørunum eru so góðar, at tær fáast ikki betri í allari verðini. Tað er bara í Føroyum, at toskurin er so góður, at tú kann mistaka teg og halda, at tað krabbi, sigur hon.
Tað var eisini í Føroyum, at stjørnukokurin, at Rene Redzepi av álvara fekk áræði og hig at gera heimskendu matstovuna, Noma, sum í nøkur ár herfyri varð heimsins besta matstova.
Øll greinin hjá henni hann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER