Um vikuskiftið verður skipað fyri stórari altjóða stevnu í Reykjavík, ið kallast Arctic Circle. Fyrireikararnir meta, at umleið 1500 luttakarar úr 50 londum verða til stevnuna, ið er størsta ráðstevna um Arktisk í heiminum.
Á skránni fyri ráðstevnuni er ein ørgrynna av fyrilestrum og røðum. Millum teirra, ið skulu flyta fram røðu eru fleiri føroyingar, harímillum Aksel V. Johannesen, løgmaður, Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, Christian Nagata, nevndarformaður í Guðrun & Guðrun, Jørgen Niclasen, tinglimur, Birita í Dali, cand.scient.pol ið skal tosa um føroysk - russisk vidurskifti, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.
Úr rúgvuni av útlendskum røðarum kunnu nevnast Francois Hollande, forseti Fraklands, Prince Albert II úr Monaco, Dagur B. Eggertsson, borgarstjóri í Reykjavík, Ólafur Ragnar Grímsson, forseti Íslands og Dagfinn Høybråten, aðalskrivari í Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Endamálið við The Arctic Circle er, at menna samstarvið í Arktisk gjøgnum dialog, og seta framtíðina hjá Arktisk í altjóða miðdepilin.
Ráðstevnan verður hildin í Hørpuni og byrjar í dag.