So seint sum í síðstu viku sluppu Føroyar og Grønland við á fund millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar, sum varð hildin í Havn. Men stríðið um sjálvstøðugan limaskap hjá Føroyum – og harvið Grønlandi og Álandi eisini – er ikki avgjørt enn. Tann avgerðin fellir í heyst, so so fer at røkka ella støkka hjá Føroyum og Grønlandi

Føroyar umhugsa eisini støðuna í Norðurlandaráðnum

Um umsóknin um føroyskan limaskap ikki verður góðkend á fundi í Norðurlandaráðnum í heyst, so eiga vit at umhugsa støðu okkara í Norðrulandaráðnum

So seint sum í síðstu viku sluppu Føroyar og Grønland við á fund millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar, sum varð hildin í Havn. Men stríðið um sjálvstøðugan limaskap hjá Føroyum – og harvið Grønlandi og Álandi eisini – er ikki avgjørt enn. Tann avgerðin fellir í heyst, so so fer at røkka ella støkka hjá Føroyum og Grønlandi

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í Degi og viku í kvøld. 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Muté B. Egede, hevur í dag boðað frá, at Grønland fyribils ikki fer at luttaka í Norðurlandaránum á stjórnarstigi. Hetta ger Grønland, tí at Svøríki noktar Føroyum, Grønlandi og Álandi at koma við á fund millum stjórnarleiðarar í næstum.

Føroyar hava roynt í mong harrans ár at gerast fullgildur limur í Norðurlandaráðnum, men enn er tað ikki eydnast. Arbeitt hevur verið við hesum síðani sekstiárini – og nú í heyst skal Norðurlandaráðið taka støðu til eina ítøkiliga umsókn frá Føroyum um sjálvstøðugan limaskap í ráðnum.

Verður hendan umsóknin havnað, so fara vit eisini at umhugsa støðu okkara í ráðnum, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við Deg og viku í kvøld. 

Tað er fyrst og fremst Svøríki, sum liggur í buktini.