Føroyar umboðaðar í Moskva

Í dag 10. mars letur sendistova Føroya í Moskva formliga upp.

 

Í dag 10. mars letur sendistova Føroya í Moskva formliga upp.

 

Føroyar og Russland hava samstarvað innan fiskivinnu í mong ár. Seinastu árini er føroyski útflutningurin til Russlands og Eysturevropa tó vaksin nógv. Landsstýrið hevur í fleiri ár virkað fyri at betra um handilssambondini við Russland. Málið er nú ein meira víðfevndur handilssáttmáli millum londini, og sendistovan er ein týdningarmikil liður í at røkka hesum, skrivar Løgmansskrivstovan.

 

Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, er tilnevndur sendiharri. Uppgávurnar hjá sendiharranum eru at umboða áhugamálini hjá Føroya Landsstýri í Russlandi, umframt at virka fyri betri handilsligum viðurskiftum og at styrkja tey mentanarligu sambondini millum londini. Á sendistovuni starvast tvey fólk, sendiharrin og ein russiskur skrivari.

 

Seinni í vár verður móttøka á sendistovuni í Moskva, fyri at hátíðarhalda, at sendistovan er latin upp.