Nú EM22-undankappingin er liðug, er greitt, at tað bert restaðu tvey mál í at Føroyar vann seg til EM. Hevði Føroyar vunnið heimadystin móti Ukraina, sum Føroyar taptu 25-26, so hevði Føroyar vunnið seg til EM, skrivar Hondbóltssambandið.
Evropska Hondbóltssambandið hevur nú gjørt støðuna upp fyri teir 8 bólkarnar í EM22-undankappingini. Liðini, sum endaðu nummar eitt og nummar tvey hava vunnið seg til endaspælið, umframt fýra teir bestu 3´ararnir.
Ukraina er eitt av liðunum, sum kom víðari sum 3´ari. Ukraina fekk fimm stig, harav fýra vóru móti Føroyum og eitt móti Russlandi. Í uppgerðini telja stigini móti liðunum, sum endaðu nummar fýra ikki við, og kom Ukraina sostatt víðari uppá tað eina stigið, teir vunnu móti Russlandi. Hevði Føroyar vunnið heimadystin móti Ukraina, so hevði Føroyar komið víðari uppá tey tvey stigini, Føroyar vann móti Kekkia.
Fýra lið rykkja niður og skulu spæla undan-undankapping. Hesi vóru Belgia, Finnland, Turkaland og Lettland.
##ms##











