Føroyar til próvtøku um rættindi hjá kvinnum

Vit skulu greiða frá, hvussu rættindini hjá kvinnum verða vird í Føroyum

- Í Føroyum eru støðan rættiliga góð afturímóti nógva aðrastaðni. Men vit skulu altíð stremba eftir at gera tað betri.

Tað sigur Durita L. Jóansdóttir, fulltrúi á Løgmansskrivstovuni.

 

Hon er ein av teimum, sum skulu umboða Føroyar í Geneve at greiða ST frá, hvussu rættindini hjá kvinnum verða vird her í Føroyum.

Í næstu viku skulu Føroyar nevniliga til hoyringar hjá ST í sambandi við kvinnurættindasáttmálan, vanliga róptur CEDAW sáttmálin.

 

Hoyringin í næstu viku er bygd á eina frágreiðing, Føroyar lótu ST í 2013 um, hvussu vit halda CEDAW sáttmálan.

 

Løgmansskrivstovan hevur samskipað arbeiðið at skriva frágreiðingina og sum eisini fyrireikar seg til hoyringina í tøttum samstarvi við Vinnumálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og danskar myndugleikar.

Frágreiðingin hevur eisini verið til hoyringar hjá viðkomandi áhugafelagsskapum í Føroyum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Duritu greiða frá um, hvat tað er, sum skal fara fram í Geneve í næstu viku.