Føroyar til hoyring um rasumismun

ST-nevndin spurdi millum annað um, hví Føroyar ikki hava ein mannarættindastovn.

Føroyar hava hesa vikuna verið til hoyring hjá ST í sambandi við sáttmálan um at basa rasumismuni. Føroyar luttóku í hoyringini sum partur av donsku sendinevndini.  

 

ST-nevndin spurdi millum annað um, hví Føroyar ikki hava ein mannarættindastovn, sum minnir um Institut for Menneskerettigheder í Danmark ella mannarættindaráðið í Grønlandi.  Eisini var nevndin áhugað í umstøðunum hjá føroyingum og grønlendingum, sum eru búsitandi í Danmark.

 

Føroyar hava verið fevndar av sáttmálanum “Convention on the Elimination of All Forms of Racial Discrimination” síðani 1972.

 

Niðurstøðurnar og tilmælini verða væntandi almannakunngjørd 15. mai 2015.

 

Margretha Nónklett, Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni, umboðaði landsstýrið í Genévé.