Føroyska liðið kempaði væl, men at enda var tað ikki nóg mikið. Undan dystinum visti føroyska liðið, at teir vóru tryggjaðar at koma til EM-endaspælið í Makedonia, um tær vunnu dystin.
Føroyska liðið legði væl frá landi og kom skjótt á odda 2-5. Men kekkiska liðið kom væl fyri seg, og í hálvleikssteðginum var tað Kekkia, ið var á odda 13-11. Í seinna hálvleiki megnaði føroyska liðið at koma upp á javnt nakrar ferðir, men tær vunnu sær ongantíð eina leiðslu, og tí hevði Kekkia gjøgnum allan seinna hálvleik betru kortini á hondini. Til endans runnu tær eisini frá føroyska liðnum, og at enda vann Kekkia 25-21. Tað tyktist sum tað kekkiska liðið orkaði betur enn Føroyar í endanum av dystinum.
Enn einaferð vóru nógvir áskoðarar møttir. Trummusláttur og nógv róp vóru at hoyra. Stuðulin lá so ikki eftir hjá føroysku viðhaldsfólkunum.
Allar súður eru tó ikki syftar enn hjá Føroyum. Støðan er tann, at Russland hevur 4 stig og ein málmun áljóðandi +34, og tí standa tær longu við eina beininum í endaspælinum í Makedonia. Føroyar og Kekkia hava bæði 2 stig. Føroyar hava ein málmun áljóðandi -3, meðan Kekkia hevur ein málmun, sum sigur -12. Á síðsta plássi er Ísland, sum hava 0 stig og ein málmun á -18.
Í morgin spæla Føroyar síðsta undankappingardystin ímóti Russlandi. Russland hevur vunnið báðar sínar dystir við 17 málum, og tískil verður uppgávan hjá føroyska liðnum ógvuliga stór og møtumikil. Føroyska liðið hevur tó enn møguleika at koma víðari.
Niðanfyri sæst beinleiðis frásøgnin frá kvøldsins dysti.
Liðugt: Føroyar taptu 25-21. Marianna Eystberg skoraði seinasta málið hjá Føroyum.
59 minuttir farnir: Onki ber til hjá føroyska liðnum og dysturin er taptu. Støðan er nú 25-20 til Kekkia.
56 minuttir farnir: Føroyar hava fingið tvær útvísingar og spæla fimm ímóti sjey í løtuni. Hetta ger arbeiðstreytirnar hjá kekkiska liðnum lagaligari, og tískil hava tær lagt seg á odda 23-20. Tað líkist einum kekkiskum sigri...
54 minuttir farnir: Føroyar fáa ikki nóg mikið burturúr í álopspartinum, og nú er støðan 21-20 til Kekkia.
50 minuttir farnir: Enn er javnleikur, og støðan er nú 19-19. Ida Norðfoss hevur verið stórspælandi í seinna hálvleiki, har hon hevur skorað fýra av føroysku málunum. Hon skoraði eisini til 19-19. Kekkiski málverjin hevur havt sera nógvar bjargingar í seinna hálvleiki. Føroyar hava brent nógvar stórar møguleikar.
46 minuttir farnir: Støðan er nú 17-17! Marianna Eystberg skoraði til 17-17, og kekkiska liðið hevur júst fingið tveir minuttir útvísing. Spenningurin er í hásæti, og viðhaldsfólkini larma sum ongantíð áður!
41 minuttir farnir: Ida Norðfoss er komin fyri seg aftaná, at hon fekk skaða í fyrra hálvleiki. Hon kom inn á føroyska liðið og skoraði tvey mál, so at støðan nú er 15-14 til Kekkia. Kekkia hava júst tikið time-out.
36 minuttir farnir: Kekkia hevur skorað tvey skjót mál, og nú er støðan 15-12 til Kekkia. Føroyska álopsspælið hongur als ikki saman í løtuni. Føroyska venjaraparið hevur longu tikið time-out.
33 minuttir farnir: Føroyar eru komnar væl frá byrjan, og nú er støðan 13-12 til Kekkia. Annika F. Petersen hevur longu havt fleiri stórbjargingar í seinna hálvleiki.
30 minuttir farnir og hálvleikur: Føroyar hava mist stevið, og nú er tað Kekkia, ið hevur eina hálvsleiksleiðslu á 13-11. Føroyar fingu eina tveir minuttir útvísing í endanum, og tað setti sín dám á føroyska spælið síðsta partin av dystinum. Flemming Oliver Jensen, annar av føroysku venjarunum, tók time-out í 29. minutti. Hann var sjónliga ónøgdur við sítt lið.
25 minuttir farnir: Nú er javnleikur 8-8. Marianna kom inn aftur á vinstra bakk fyri Idu Norðfoss, ið tyktist hava skaða. Marianna skoraði 8. málið hjá Føroyum.
20 minuttir farnir: Ida Norðfoss kom inn fyri Marionnu Eystberg á vinstra bakki, og hon skoraði beinanvegin til 4-6 til Føroyar. Støðan er nú 6-7 til Føroyar. Jancy Jacobsen skoraðu sjeynda málið hjá Føroyum.
15 minuttir farnir: Munurin er minkaður niður í eitt mál. Føroyar eru á odda 4-5. Føroyski toppskjúttin í gjárkvøldið, Marianna Eystberg, hevur havt trý skot, men enn er ikki eydnast henni at koma á máltalvuna.
9 minuttir farnir: Tað gongur strúkandi hjá føroysku gentunum, og tær hava megnað at lagt seg á odda 2-5. Kekkiski venjarin hevur longu tikið time-out.
6 minuttir farnir: Støðan er 2-2. Liðini eru sera jøvn higartil. Gunnfríð P. Nólsoy og Jancy Jacobsen hava skorað føroysku málini.
Høllin er næstan full, og føroysku viðhaldsfólkini hoyrast sera væl. Nakrir kekkiskir áskoðarar eru eisini møttir upp til dyst. Dagsins dómarar eru úr Belgia.
Føroyska liðið spælir í hvítum troyggjum, meðan kekkiska liðið er í bláum. Kekkia er dagsins heimalið.
Hesar 7 byrja á føroyska liðnum í kvøld: Annika F. Petersen byrjar í málinum, og útileikarar eru Jancy Jacobsen, Marianna G. Eystberg, Beinta Bárðardóttir, Tóra Eliasen, Súna K. Hansen og Gunnfríð P. Nólsoy.
Bæði liðini hita upp í løtuni.