Føroyar taptu tepurt

Øll talvini endaðu remis uttan tað hjá John Rødgaard, sum á fyrsta borði tapti ímóti stórmeistara

EM kappingin í talvi fyri lið er liðug. Føroyska liðið hevur í dag sett punktum við at telva ímóti Eysturríki í níggjunda og síðsta umfari. Úrslitið var, at Eysturríki vann 22 ½ - ½ . Tá ið Helgi Dam Ziska ikki var við, so var tað luturin hjá John Rødgaard at verja Føroyar á fyrsta borði. Mótstøðumaður hansara, GM ??? (   ) vann við ?? fólkinum. Hinir tríggir á føroyska liðnum – Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen – telvaðu remis.

Føroyar endaðu á 34. plássi, ið er tað sama, sum Føroyar vóru styrkismettar at vera Aftanfyri Føroyar endaðu Skotland og Kosovo. Føroyar endaðu við 5 dystarstigum, ið er tað sama sum Belgia.

 

Eysturríki - Føroyar 2 ½ - 1 ½

GM Markus Ragger (2688) – IM John Rødgaard (2350) 1-0

GM David Shengelia – FM Høgni Egilstoft Nielsen ½ - ½

IM Robert Kreist – FM Rógvi Egilstoft Nielsen ½ - ½

IM Georg Froewis – IM John Arni Nilssen ½ - ½

 

Russland vann EM við 15 dystarstigum. Á næstu plássunum endaðu Armenia, Ungarn og Frakland við 13 stigum. Ísland var besta norðurlandið við 9 stigum, Noreg og Finnland vunnu 8 stig, Svøríki og Danmark vunnu 7 stig og Føroyar 5 stig.