Føroyar steingja fyri ferðafólk vegna varðveiting

Seinasta vikuskiftið í apríl verða Føroyar stongdar fyri ferðafólki, so náttúran kann umvælast

Seinasta vikuskiftið í apríl verða Føroyar stongdar fyri ferðafólki, so náttúran kann umvælast.

 

Tað er Visit Faroe Islands, sum sendur fyri markanaðarátakinum, sum er farið sum rótasúpan kring heimin. Tað snýr seg í stuttum um, at Føroyar verða stongdar fyri ferðafólk seinasta vikuskiftið í apríl, tí landið skal umvælast.

 

Sjálvboðin ferðafólk sum vilja hjálpa, eru tó vælkomin. Tað er pláss fyri umleið 100 ferðafólkum, sum kunnu melda seg sum sjálvboin. Tey fáa ókeypis kost og uppihald fyri at hjálpa til at umæla gøtur og annað hetta vikuskiftið.

 

Sum in.fo skilir, hevur eitt nú ferðavinnustjórin Estlandi boðað frá, at hann ætlar sær at koma.

 

– Fyri okkum eru ferðafólk ikki bara tøl. Vit bjóða fegin øllum vitjandi at koma higa hvørt ár. Men vit hava eisini ábrygd fyri fólkinum í Føroyum og okkara vøkru náttúru, sum vit vilja vera, so at vit framyvir kunnu tryggja ein burðardyggan og ábrygdarfullan vøkstur í talinum av ferðafólkum, er Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Island endurgivin fyri at siga í fleiri útlendskum miðlum.

 

Vøksturin í ferðafólkatalinum í Føroyum hevur verið um 10 prosent um árið.