Eftir ótrúliga 1-0-sigurin ímóti Grikkalandi í novembur í fjør struku Føroyar uppeftir á heimsstyrkislistanum hjá FIFA. Heili 82 pláss var lopið upp á 105. pláss, sum er tað næsthægsta Føroyar nakrantíð hava verið. Tað hægsta var í 1999, tá ið Føroyar var á 104. plássi.
FIFA hevur í dag dagført styrkislistan. Føroyar standa í stað og eru framvegis á 105. plássi. Tað vísir seg, at Føroyar nú eru frammanfyri Makedonia, sum annars er væl kend tjóð í altjóða fótbólti. Makedonia er nevniliga dottið av 104. plássi aftur á 108. pláss.
Í topp 10 er einans ein broyting. Italia er farið tvey pláss fram og er nú á 10. plássi, meðan fyrrverandi heimsmeistararnir úr Spania eru í fríum falli og ikki longur teljast ímillum 10 tey bestu landsliðini í heiminum. Teir eru nú nummar 11.
Topp 10 og norðurlond:
1. Týskland
2. Argentina
3. Kolumbia
4. Belgia
5. Holland
6. Brasilia
7. Portugal
8. Frakland
9. Uruguay
10. Italia
-
28. Danmark
35. Ísland
45. Svøríki
70. Noreg
78. Finnland
105. Føroyar










