Føroyar spæla á søguríkum leikvølli

77 ára gamli olympiski leikvøllurin í Helsinki hevur eina ríka søgu

Tá fótbóltslandsliðið skal takast við Finnland á olympiska leikvøllinum í finska høvuðsstaðnum, Helsinki í annaðkvøld klokkan 19.45 verður tað á einum søguríkum leikvølli.

 

Leikvøllurin varð olympiski leikvøllurin til olympisku summarleikirnar í 1952. Kendi danski ítróttarfrásøgumaðurin Gunnar "Nu" Hansen bar mangan uppá mál, at olympisku summarleikirnir í Helsinki í 1952 vóru teir seinastu "óseku" olympisku leikirnir, áðrenn leikirnir mistu amatørandan, og samstundis eisini blivu ov nógv merktir av sponsoravtalum, og mótstríðandi áhugamálum.

 

Summarleikirnir í Helsinki sóu heimsins besta fótbóltslið, Ungarn við Ferenc Puskas á odda vinna gull. Í hálvfinaluni vunnu ungarar 6-0 á Svøríki, og í finaluni vunnu ungarar 2-0 á Jugoslavia. Sama lið snávaði í HM-finaluni í Bern í Sveis tvey ár seinni, tá teir taptu 2-3 ímóti Vesturtýsklandi, aftaná at hava verið á odda 2-0.

 

Olympiski leikvøllurin í Helsinki varð eisini vertur fyri heimsmeistaraskapunum í frælsum ítrótti, bæði í 1983, og í 2005. Leikvøllurin stóð liðugur longu í 1938, tí ætlanin varð at hýsa olympisku summarleikunum í 1940, men seinni heimsbardagi gjørdi, at eingir olympiskir leikir vóru hildnir í 1940 og í 1944. Í 1948 vóru olympisku summarleikirnir hildnir í London, og fýra ár seinni í Helsinki. Leikvøllurin varð nútímansgjørdur, árini 1990-1994. Talan er um ein snøggan, klassiskan leikvøll, men stóra olympiska rennibreytin ger, at stemningurin ikki nær somu hæddum, sum á nýmótans fótbóltsleikvallum, sum onga rennibreyt hava. Sum t.d. Friends Arena í Stokkhólmi, Parken í Keypmannahavn, og Ullevaal leikvøllurin í Oslo. 

 

Fyri næstan 20 árum síðani vitjaði føroyska fótbóltslandslið í Finnlandi. Ein kaldan heystardag, 16. november taptu vit 0-5 ímóti Finnlandi á tí tá nýumvælda leikvøllinum. Avrikið varð á einari leið í fyrra hálvleiki, tá støðan bert varð 1-0. Men í seinna hálvleiki søktu finsku fótbóltslegendirnar, Jari Litmanen og Mixu Paatelainen okkum við tveimum málum hvør. Sami Paatelainen stóð á odda fyri finska liðnum, sum vann 3-1 á Tórsvølli fyri góðum ári síðani. Men ringu úrslitini síðani hava kostað Paatelainen venjarastarvið. 

 

Olympiski leikvøllurin tekur 42.000 áskoðarar, men sum gongdin hevur verið hjá finska fótbóltslandsliðnum í hesari kappingini, so er neyvan sannlíkt, at útselt verður til dystin. 

 

Sera kend tónleikanøvn hava framført til konsertir á olympiska leikvøllinum í Helsinki gjøgnum árini. Teirra millum kunnu nevnast Michael Jackson, sáli, U2, Madonna, Muse, Bruce Springsteen, Bon Jovi, Iron Maiden og One Direction.