Tá Fólkatingi í kvøld ger av at senda Danmark í enn eitt kríggj í Irak, fara Føroyar formliga eisini í kríggj. Tað staðfestir Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, nú Fólkatingi viðgerð uppskot um at Danmark skal fara í kríggj ímóti IS, saman. Og Sjúrðue Skaale heldur ikki, at tað er í lagi. - Vit eiga at fáa eina skipan, har Føroyar gera av, um vit politiskt stuðla slíkum kríggjum ella ei, sigur hann
Hann vísir á, at tá i Danmark fer í kríggj, fer alt ríkið í kríggj –hóast hvørki Grønland ella Føroyar hava tikið støðu til tað. Og hóast hesi bæði londini kanska høvdu verið ímóti tí, verða bæði Grønland og Føroyar samstundis krígsførandi lond.
Sjúrður Skaale vísti á, at tá ið Irak-kríggið byrjaði í 2003, atkvøddi Løgtingið ímóti krígnum. Men hóast tað onga sum helst ávirkan fekk, hevur tað politiskan og moralskan týdning at vit kunnu siga, at Føroyar vóru ímóti krígnum.
Men í hesum føri hevur Løgtingið ikki havt stundir til at siga sína hugsan um kríggið ímóti IS.
Hinvegin heldur Sjúrður Skaale, at vit eiga at fáa eina skipan sum tryggjar føroyingum ein veruligan møguleika at siga sína hugsan, áðrenn Fólkatingið samtykkir at gera Danmark til krígsførandi land.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað er rætt, at alt ríkið skal vera samt í spurninginum, tí hvørki Grønland ella Føroyar rinda til verjumál, ella hava herskyldu.
Hinvegin leggur Sjúrður Skaale afturat, at skuldi tað hent, at Løgtingið tók støðu til kríggið ímóti IS, hevði hann vónað, at Løgtingið tók fult undir við tí og gav tí sín fulla politiska og moralska stuðul. Sjúrður Skaale sigur, at tískil hann stuðlar hann ætlanini, ikki vegna Føroyar, tí tað kann hann ikki, men vegna seg sjálvan.
|