Føroyar skulu hava eitt alment heiðurstekin til úrmælingar

– Men tað er ein av teimum stóru flokkunum ímóti

Allir flokkar á tingi taka undir við hesum - uttan ein

Føroyar skulu aftur fáa eitt alment heiðurstekin, sum kann verða latið til onkran, sum skarar fram úr í samfelagnum. Tað halda løgtingslimir úr seks flokkum á Løgtingi. Tey hava lagt uppskot fyri Løgtingið at vit skulu fáa eitt alment, føroyskt heiðurstekin, sum kann latast fólki, ið hava tænt landi og fólki á ein serstakan og dyggan hátt.

 

Og nú mentanarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, er framvegis semja ímillum hesar seks flokkarnar, at tað skulu vit hava.

 

Tey vísa á, at tey flestu av okkara grannalondum hava eitt, ella fleiri, heiðurstekin, ið verða latin. Fyrr í tíðini, frá 1957 til 1975, vórðu heiðurstekin eisini latin í Føroyum. Føroysku heiðurstekinini vórðu latin fyri bjarging, fyri at hava ført stóra veiðu til hús, fyri hús og heim, og annað.

 

Í Dimmalætting 19. september 1959, stendur at lesa, at Landsstýrið handar monnum prógv og tekini «Fyri hús og heim« og »Bundin er bátleysur maður«.

 

Í Dagblaðið 31. oktober 1970, verður eisini skrivað um hesi somu heiðursteknini. Heiðurslønin «Bundin er bátleysur maður« varð latin fyri framúrskarandi røkiskap og heiðurslønin «Hús og heim« varð latin fyri stóra og væl hagreidda veiðu.

 

– Tíðin er sjálvandi nógv broytt síðani hesar heiðurslønir vórðu latnar, men stundin er komin til at fyrireika eitt nýtt føroyskt heiðurstekin, so Føroyar kunnu lata ein almennan heiður til kvinnur og menn, sum á serstakan, dyggan hátt hava tænt landi ella fólki, siga umboðini fyri teir seks flokkarnar.

 

Tey leggja dent á, at tað er avgerandi, at eitt slíkt heiðurstekin er politiskt óheft, og tí er styrkin við hesum uppskotinum, at tað eru seks av teimum sjey politisku flokkunum á Løgtingi, sum hava lagt tað fram.

 

– At fyrireika leiðreglur fyri eitt alment heiðurstekin tekur tíð, og tí eigur at verða farið undir arbeiðið beinavegin, so at Føroyar ikunnu heiðra fólki við einum føroyskum heiðurstekni, siga tey.

 

Tann einasti flokkurin, sum ikki tekur undir við hesum, er Javnaðarflokkurin. Tað siga, at Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við, at heiðurstekin verða latin til elituna men tey taka undir við, at vanlig fólk verða heiðrað. Tey siga, at nú uppskotið hevur verið til viðgerar, eru tað, í hvussu so er, nøkur, sum skilja hetta soleiðis, at hetta eru heiðurstekin til eina elitu. Tí tekur Javnaðarflokkurin ikki undir við tí, sigur flokkurin.

 

 

 

Allir flokkar á tingi taka undir við hesum - uttan ein