Føroyar-Skotland beinleiðis á FM1 frá klokkan 17.45

Fyrrverandi landsliðsmálverjin, Jóna Nicolajsen sigur frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Skotland

Í kvøld klokkan 18 spælir føroyska kvinnulandsliðið seinasta HM-undankappingardystin á hesum sinni.

 

Mótstøðuliðið á Tórsvølli er Skotland, ið liggur næstfremst í okkara undanbólki við 13 stigum.

 

Fyrrverandi landsliðsmálverjin, Jóna Nicolajsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Viðmerkjari verður venjarin og fótbóltsviðmerkjarin, Frankie Jensen.

 

Sendingin byrjar klokkan 17.45.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo