Føroyar skipast í 5-7 heilsudeplar

Nú skulu Føroyar skipast í nøkur stór øki við hvør sínum heilsudepli

Føroyar skulu skipast í 5-7 stór øki við hvør sínum heilsudepli.

 

Tað er visjónin hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum.

 

Í morgun hevur hann greitt Løgtinginum frá, hvussu hann ætlar at nýskipa heilsuverkið og í tí sambandi staðfestir hann, at framtíðin í Føroyum er at flyta fleiri viðgerðir av sjúkrahúsunum og leggja tær í heilsudeplar uttanfyri sjúkrahúsini.

 

- Ætlanin er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, skulu fara fram á heilsudeplunum, sigur Karsten Hansen.

 

Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran.

 

Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum, og eldri, skal kunna fara fram í heilsudeplunum, eitt nú í sambandi við diabetis.

 

- Á heilsudeplunum fara at starvast viðkomandi heilsustarvsfólk, eitt nú kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður.

 

- At skipað heilsudeplar er ein fyritreyt fyri einum broyttum uppgávubýti innan heilsuverkið, og hevur við sær eina røð av fyrimunum bæði fyri borgarar, starvsfólk og landið, sigur Karsten Hansen.

 

Hann vísir á, at heilsustarvsfólk, sum starvast uttanfyri sjúkrahúsverkið, fýlast á, at uppliva eitt fakligt einsemi.

 

- Við at savna heilsustarvsfólkini í heilsudeplum ber til at skapa heilsufaklig umhvørvi kring landið.

 

Karsten Hansen ætlar at fara undir hetta arbeiðið sum skjótast og ætlar at taka stig í hesum sambandi longu næsta ár.