Føroyar seta Dan­mark upp á pláss

Nú er løgmaður okk­ara Aks­el Jo­hanne­sen farin at vísa seg sum ein rættan mann

Hetta hendi 7. oktober 2023, tí tá boðaði løgmaður frá, at Føroyar fordøma all­ari terrorismu, sum er ó­lóg­lig nýtsla av valdi.

 

Fyri Danmark eru hetta stór tíðindi, tí hetta vil siga, at tær almennu Føroyar for­døma Danmark sum ein terr­or­stat.

 

Tá ein meiriluti í Før­oy­um upp á 51% tann 14. sep­tem­ber 1946 tók undir við at loysa Føroyar frá Danmark, og løg­ting­ið stuðlaði hesum, fór danski staturin undir terr­or móti Føroyum. Eitt krígs­skip varð sent til Før­oy­a fyri at handtaka teir løg­tings­menn, sum vildu taka upp samráðingar við donsku stjórnina um at seta úrslitið av fólkaatkvøðuni í verk.

 

Eingin donsk stjórn hev­ur síðani biðið um fyr­i­gev­ing fyri hendan terror.

 

Men nú er vón fyri stavn, tí nú er okkara løgmaður vegna alt Føroya fólk farin at mót­mæla terrori.

 

Hendan boðskap hevur danska stjórnin eisini fing­ið.

 

Um danska stjórnin ikki longur vil, at Danmark skal verða roknað upp í terr­or­sta­t­ir heimsins, hevur hon nú høvi til at biðja Føroyar um fyrigeving fyri tann terr­or, sum hon hevur framt móti okkum 1946-2023. Danska stjórnin kann heita á Føroya løgmann Aks­el Johannesen um at koma til samráðingar um ta loysing, sum terror stjórn­ar­innar higartil hevur fing­ið útsett.

 

 

 

Zakarias Wang