Føroyar-Serbia (U21) og Føroyar-Luksemborg á FM1 týsdagin

FM1 sendir beinleiðis landsfótbólt frá klokkan 16.10 týsdagin

Í morgin fer FM1 at senda landsliðsfótbólt í seks tímar, har sagt verður beinleiðis frá tveimum landsdystum.

 

Skráin er hendan:

 

Klokkan 16.10 verður frásøgn av U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Serbia í Klaksvík.

 

Klokkan 18.15 undansending til Nations League landsdystin millum Føroyar og Luksemborg á Tórsvølli.

 

Klokkan 19.45 verður frásøgn av dystinum Føroyar-Luksemborg.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo