Landsstýrið sendir umvegis Reyða Kross Føroya pening til hjálpararbeiðið eftir ógvusligu vatnflóðina á Balkan, ið hevur drivið túsundatals fólk frá heimum teirra.
Nú londini á Balkan, serstakliga Serbia og Bosnia, eru rakt av ringastu vatnflóðini í 120 ár er tørvur á hjálp frá umheiminum. Higartil hava eini 40 fólk latið lív og túsundatals eru evakuerað.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, hevur boðað Reyða Krossi frá, at landsstýrið ynskir at stuðla neyðhjálpararbeiðinum aftaná vatnflóðina við 250.000 kr.
– Á Reyða Krossi eru vit sera takksom fyri stuðulin frá Føroya Landsstýrið. Á Balkan er heilt stórur tørvur á hjálp nú aftaná vatnflóðina. Tey neyðstøddu bjargaðu fólkini hava tørv á mat, vatn, teppum, innivist og heilivági. Tí hava vit í Reyða Krossi Føroya eisini skipað eina innsavning á okkara heimasíðu reydikrossur.fo, ið vit vóna fólk vilja stuðla, so vit fáa sent meira hjálp avstað, sigur formaðurin Hjalti í Jákupsstovu.
Reyði Krossur í Serbia, Bosnia og Herzegovina hevur í tøttum samstarvi við myndugleikarnar hjálpt til í bjargingar- og neyðhjálpararbeiðinum síðani áðrenn vikuskiftið. Fleiri enn 400 sjálvboðin Reyða Kross fólk hava stríðst saman við myndugleikunum fyri at veita so skjóta og góða bráðfeingishjálp sum til ber.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu, sum Rás2 hevði við Hjalta í Jákupsstovu um neyðina á Balkan.









