Í dag er nýggjasti FIFA styrkislistin komin út. Føroyar er á nýggjasta FIFA styrkislistanum farið 13 pláss aftur síðani seinasta mánað. Í løtuni liggur Føroyar nummar 184 av 208 londum í heiminum.
Tað besta úrlitið, ið Føroyar nakrantíð hevur havt var í 1999, tá Føroyar lá á 104 plássið í heiminum.
Orsøkin til at afturgongdin er so stór, er tí at Føroyar ikki hevur spælt nakran UEFA skrásettan landsdyst í ár, har tað er møguleiki fyri at fáa stig til FIFA styrkislistan.