Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at føroyskar fyritøkur nú kunnu søkja um undangóðkenning frá Udlændingestyrelsen, so tær kunnu seta ES-borgarar í starv. Treytin er tó, at fyritøkurnar eru limir í einum arbeiðsgevarafelagið.
Almenna árstíðarjavnaða arbeiðsloysið nú er komið niður á 3,4%, og tí boðaði Vinnumálaráðið í farnu viku frá, at útlendingar úr ES londum kunnu fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum eftir lagaligu mannagongdini, sum eisini vóru galdandi í tíðarskeiðinum 1. juni 2008 til tann 27. november 2009. Byggivinnan virkar longu undir skipanini, tí innan byggivinnuna er skipanin galdandi fyri faklærd, tá arbeiðsloysið í Føroyum er undir 6%.
- Arbeiðsgevarar, sum ætla at seta útlendingar í starv eftir hesi skipanini, skulu undangóðkennast av Udlændingestyrelsen í Danmark. Arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar skulu síðani í felag søkja um uppihaldsloyvi og boða Udlændingestyrelsen frá starvsetan. Tó er ikki neyðugt at fáa svar uppá umsókn um uppihaldsloyvi, áðrenn ES-borgari verður settur í starv. Undangóðkenda fyritøkan skal einans fráboða Udlændingestyrelsen hvør er settur í starv, áðrenn starvsfólkið byrjar at arbeiða, skrivar Vinnuhúsið.









