Leygardagin fingu Føroyar nýggjan kong við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, og í dag skulu vit aftur í eldin móti Póllandi.
Hesin dysturin verður minst líka so spennandi sum móti Noregi.
- Vit vilja fegin bjóða tær í Perluna at uppliva dystin, siga tey, sum standa aftan fyri virksemið her í Tórsgøtu.
Lagt verður aftrat, at í Perluni bjóða tey til upptaktina til dystin longu klokkan 16.15, soleiðis at stundir verða at koma í rættiligan hondbóltsstemning.
- Hevur tú hug at koma seinni, so kanst tú sjálvandi eisini tað. Takið endiliga vinfólk við, og ongantíð betur, enn um vit fáa fylt Perluna til spennandi dystin.
Kom so Føroyar!