Føroyar og Japan hava undirritað samstarvsyvirlýsing

Yvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm fyri samstarvi millum Føroyar og Japan á handilsøkinum, umframt innan gransking, mentan og útbúgving o.a. Samstarvsyvirlýsingin varð undirritað í Tokyo

Fyri Føroyar undirritaði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, og fyri Japan undirritaði Takako Suzuki, ráðharri í uttanríkismálum.

 

- Føroyar hava í fleiri ár virkað fyri at styrkja samstarvið við Japan, serliga á handilsøkinum. Samstarvsyvirlýsingin er eitt týdningarmikið fet á hesi leiðini, eisini fyri samstarvið innan mentan, útbúgving og gransking, sigur Jenis av Rana landsstýrismaður.

 

- Japan er eitt fólkaræði við somu kjarnuvirðum viðvíkjandi rættartrygd, talufrælsi og mannarættindum sum Føroyar. Japan er eisini oyggjasamfelag og fiskivinnutjóð, er tí ein samstarvspartur í Asia, sum Føroyar eiga at raðfesta. Japan er eisini ein stórur og spennandi marknaður fyri føroyskan útflutning, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.