Føroyar og Grønland styrkja samstarvið

Løgmaður og Aleqa Hammond skulu hittast einaferð um árið

- Føroyar og Grønland eiga at styrkja formliga samstarvið landanna millum.

Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum seinnapartin í gjár millum løgmann og Aleqa Hammond, grønlendskur landsstýrisformaður, sigur Løgmansskrivstovan.

 

Eftir ætlan skulu løgmaður og landsstýrisformaðurin framyvir hittast á hvørjum ári. Eisini verður samstarvið millum landsfyrisitingina í Føroyum og Grønlandi styrkt.

 

- Fundurin í gjár er vónandi fyrsti av fleiri formligum fundum millum løgmann og landsstýrisformannin komandi árini.

 

Føroyar og Grønland hava á fleiri økjum somu avbjóðingar, og eitt sterkari samstarv styrkir bæði londini. Grønland er ein miðdepil í altjóða politikki, og tí vil eitt tættari samstarv lata fleiri dyr upp - ikki minst hjá okkara vinnulívi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin umrøddu á fundinum møguleikan fyri einum tættari samstarvi í Arktiska ráðnum og í útnorði. Eisini varð skift orð um felags møguleikarnir og avbjóðingarnar í ríkisfelagsskapinum.

 

Aleqa Hammond, grønlendskur landsstýrisformaður, sær eisini stórar møguleikar í einum tættari samstarvi millum londini.

 

- Eg eri fegin um, at okkara samstarv kemur í fastari legu. Tað er sera týdningarmikið, at Føroyar og Grønland samstarva væl. Á fleiri økjum kunnu vit styrkja hvønn annan við einum felags stevi, sigur Løgmansskrivstovan frá henni í dag.

 

Á øðrum økjum kunnu londini styðja hvønn annan, har vit í hvør sínum lagi longu standa sterk, sigur Aleqa Hammond.

 

Aleqa Hammond fer av landinum aftur í morgin.