Føroyar og Grønland avgera valið í Danmark

Sambært nýggjari veljarakanning verða tað umboðini í Føroyum og Grønlandi, sum fara at gera av, um stjórnarskifti verður í Danmark ella ikki

Tað vísir í øllum førum veljarakanningin frá greiningarstovninum Voxmeter, sum er gjørd fyri Ritzau tíðindastovuna.

 

Kanningin vísir millum annað, at Konservativi flokkurin í Danmark fær ringasta úrslit í tvey ár.

 

Hinvegin fáa Moderatarnir við fyrrverandi forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussn, á odda, tað besta úrslitið, síðani flokkurin varð stovnaður.

 

Eisini Alternativið er oman fyri sperrumarkið, sum er tvey prosent, fyri fyrstu ferð, síðani flokkurin kom í hart innanhýsisstríð í 2020.

 

Soleiðis standa flokkarnir seg í kanningini, sum er gjørd í døgunum 7.-9. oktober:

 

Reyði vongur - 89 sessir (50,1 prosent).

 

* Socialdemokratiet - 49 sessir (27,1 prosent)

 

* De Radikale - 9 sessir (5,0)

 

* SF - 15 sessir (8,7)

 

* Enhedslisten - 12 sessir (6,7)

 

* Alternativet - 4 sessir (2,0 prosent).

 

* Frie Grønne - 0 sessir (0,6 prosent).

 

Blái vongur - 79 sessir (45,7 prosent).

 

* Venstre - 25 sessir (13,8 prosent).

 

* De Konservative - 17 sessir (9,8).

 

* Danmarksdemokraterne - 16 sessir (9,0).

 

* Liberal Alliance - 9 sessir (5,3).

 

* Nye Borgerlige - 8 sessir (4,9).

 

* Dansk Folkeparti - 4 sessir (2,3).

 

* Kristendemokraterne - 0 sessir (0,6).

 

Aðrir flokkar:

 

* Moderaterne - 7 sessir (4,1).

 

Moderatarnir, við Lars Løkke Rassmussen á odda, hava noktað at peika á eitt ávíst forsætisráðharraevni innan valið. Flokkurin stendur til at fáa sjey sessir, og kann tí gerast avgerandi, tá at kanningin hesaferð gevur føroysku og grønlendsku umboðunum tann møguleikan.

 

Annað umboðið úr Føroyum og bæði úr Grønlandi eru í reyða veingi. Umboðið hjá Sambandsflokkinum er tað einasta úr bláa veingi í Føroyum og Grønlandi. Í Grønlandi er rættiliga vist, at bæði umboðini eftir valið vera úr somu flokkum. Í Føroyum vísa allar veljarakanningar higartil, at Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum endurvinnur sætið.

 

Í kanningini hjá Voxmeter er ein statistisk óvissa upp á 3,1 prosentstig fyri báðar veingir.

 

Kelda: Voxmeter.