Tað verða helst føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini, sum fara at gera av, at Helle Thorning-Schmidt heldur fram sum forsætisráðharri.
Í øllum førum sambært feskastu veljarakanningini í Danmark. Tí tað styttist millum blokkarnar í Danmark, tann bláa, sum hevur liðið á odda so at siga alla tíðina síðani seinasta fólkatingsval 15. september í 2011 og reyða blokkin undir leiðslu av Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra.
Seinasta veljarakanningin, sum er gjørd í dag, vísir, at munurin nú nærkast einum prosenti. Teir bláu føra nú við 50,6 prosentum í mun til 49,4 til tey reyðu.
Tað mekir so aftur – um hetta altso skuldi verið úrslitið av valinum – at fólkatingsumboðini úr Føroyum og úr Grønlandi fara at avgera valið. Og so bendir alt á, at stjórnin kann halda fram.
Tí av teimum fýra, sum eru - og sum sambært kanning verða afturvald, hevur Thorning-stjórnin stuðul frá trimum. Og tað hevði helst verið nóg mikið, um hendan støðumyndin, sum veljarakanningin í dag er, skuldi verið valúrslitið.
Men enn eru 19 dagar dagar eftir valið – og minst 19 veljarakanningar, so myndin kann skjótt broytast. Men tað merkisverda er, at stjórnin at kalla ongantíð hevur havt størri undirtøku, enn nú. Burtursæð frá valúrslitinum seinasta. Stjórnin fall beinanvegin í metum í veljarakanningum, og flestu eygleiðarar hava dømt stjórnina til deyða á komandi fólkatingsvali.
Á heimasíðuni hjá Danmarks Radio kann meira lesast um einsastu veljarakanningina - TRÝST HER