Annaðhvørt ár skipar NFBO fyri ráðstevnu í einum norðurlandið, og herfyri var ráðstevna í Nuuk í Grønlandi. Evni var Rødd barnana, við serligum atlitið til umstøðurnar hjá børnum í smærri samfeløgum. Hesaferð var eisini lagdur dentur á, hvussu rødd barnanna verður tikin við í tað professionella arbeiði, serliga í mun til korini hjá børnum, sum búgva úti á bygd. Fáa børnini møguleikan til at verða hoyrd? Hoyra vit tað barnið sigur? Verður arbeitt út frá áhuga barnsins, ella kemur barnið at standa í skugganum heldur enn at verða hoyrt.
Føroyar tóku eisini lut.
Petra Jónsdóttir Joensen, ið var stjóri á Almannastovuni, seinni eisini Nærverkinum, frá 2000 til 2011, kom í gjøgnum sítt arbeiðið, í samband við felagsskapin, og gjørdist eisini seinni varalimur í donsku deildini.
Saman við grønlendska umboðnum Anitu Johannesen, var uppskot lagt fyri nevndina í NFBO, um at Føroyar og Grønland skuldu gerast sjálvstøðugir limir.
Hetta varð samtykt á aðalfundinum, sum var hildin í samband við ráðstevnuna í Nuuk. Sostatt hava Føroyar nú sjálvstøðugan limaskap í NFBO. Tað er Djóni J, Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, ið er valdur sum umboð fyri Føroyar, og samstundis nevndarlimur í NFBO. Petra J. Joensen er varalimur.
“Nordisk Forening mod barnemishandling og omsorgssvigt" (NFBO), varð sett á stovn í 1998. Grundarlagið er ST sáttmálin um rættindini hjá børnum. NFBO hevur tað sum endamál, at fremja og menna norðurlendskt samstarv millum fakfólk, ið arbeiða við børnum, ið eru útsett fyri kropsligum og sálarligum ágangi, seksuellum ágangi ella øðrum umsorganarsvíki. Felagsskapurin er tvørfakligur og vendir sær til øll, sum ígjøgnum arbeiði koma í samband við børn, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning. Hetta ger seg eisini galdandi fyri starvsfólk ella limir í felagsskapum, ið arbeiða við børnum. NFBO er eisini partur í “International Society for the Prevention of Child Abuse and Neglect" (ISPCAN) í var sett á stovn í 1973.
- Ráðstevnan er viðkomandi fyri granskarar, og onnur sum gjøgnum sítt arbeiði arbeiði koma í samband við børn og ung, ella onkursvegna hava ávirkan á umstøður teirra. Dentur verður lagdur á tilgongdina í tí tvørfakliga og tvørsektoriella, eins nógv og spurningar kunnu verða út frá ymiskum sjónarmiðum m.a. frá børnum, foreldrum, avgerðarmyndugleika og lóg-gevararnar. Grundleggjandi handlar alt hetta um, hvussu væl barnarættindasáttmálin virkar í samfelagnum, sigur Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.
Ráðstevna i Føroyum
- Sum sjálvstøgður limur í NFBO vóna vit at verða vertur fyri ráðstevnuni í 2018. Hetta er ein stór uppgáva og líka stór gleði, sigur Djóni J. Eidesgaard.
- Hetta gevur okkum ein møguleika og eitt gott forum, at lýsa viðurskiftini hjá børnum og ungum í Føroyum, og sostatt eisini eitt gott amboð til menning av viðurskiftum sum viðkoma barninum. Tey norðurlendsku londini eru smá, men saman eru tey stór, eisini í einum altjóða høpið. Tað norðurlendska samstarvið er gott, uppbyggjandi og gevandi, tí tey norðurlendsku londini hava líknandi sosialar lóggávur og heilsuskipanir. Hóast londini eru skipaði ymiskt, kunnu vit læra av hvørjum øðrum, sigur Djóni J. Eidesgaard.
Mynd:
Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata