- Tað er mín fatan, at Føroyar eru væl vitandi um forvæntningarnar hjá ES til triðalond um, at hesi ikki eiga at gagnnýta støðuna, nú russar boykotta ES. Vit hava øll eina ábyrgd av at tryggja, at tað ikki er nakar, sum vinnur sær eyka fyrimunir av handilsstongslinum, sigur Marin Lidegaard, sum er danskur uttanríkisráðharri við Berlingske.
Hetta sampakkar tó ikki við tað, sum russisku myndugleikarnir hava sagt um vitjanina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, leggur Berlingske afturat.
- Russland og Føroyar hava tosað um møguleikarnar fyri øktum samhandli av fiski og laksi, og tað framgongur beinleiðis, at føroysku vørurnar skulu linka um avleiðingarnar av handilsstongslinum mótvegis ES skrivar danska blaðið.










