Føroyar mest einsháttaða samfelag í heiminum

Einans trý prosent av íbúgvunum hava sín uppruna uttan fyri norðurlond

Hyggja vit at fólkasamansetingini í Føroyum, gerst skjótt greitt, at tey eru ógvuliga fá í tali, sum ikki eru føroyingar ella hava norðurlendska bakgrund. Føroyingar, danir og grønlendingar hava allir sama ríkisborgaraskap, og sostatt eru ikki færri enn 47.208 fólk, sum hava danskan ríkisborgaraskap í Føroyum - svarandi til heili 97 prosent av føroysku íbúgvunum.

 

Størsti bólkurin av tilflytarum - fyriuttan danir - eru eisini norðurlendingar. 227 av teimum búsitandi í Føroyum eru fødd í Íslandi, 161 í Noregi og 156 í Grønlandi. Hyggja vit út um norðurlond, so er størsti bólkurin teir 117 filipsbúgvarnir og teimum á baki eru teilendingar við 104 fólkum.

 

Tey eru sostatt einans 1.573 í tali, sum hava ríkisborgararætt uttan fyri danska ríkisfelagsskapin - ella einans trý prosent. Samanborið við norðurlendsku grannalond okkara hava vit nógv færri útlendskar ríkisborgarar, og munnu Føroyar, á hendan hátt, helst teljast millum mest einsháttaðu samfeløg í heiminum.

 

Les meiri um málið og um tolsemi í føroyska samfelagnum í Sosialinum frá mánadegnum.